Rannvá Næs Hoydal
rannvá Næs Hoydal er fødd 25. november 1993.
Rannvá hevur gingið til drama í sjey ár og dámar eisini væl at skriva. Hon byrjaði longu sum smágenta at fortelja søgur, teknaði myndir og fekk mammuna at skriva søguna, av tí at hon ikki dugdi at skriva sjálv.
Rannvá fær mangan íblástur til at skriva úr náttúruni. Henni dámar at ganga úti í sól og regni og liva seg inn í leiklutirnar hjá persónunum í søgunum ella støð, har søgan fer fram. Tónleikur er eisini týðandi fyri at fáa íblástur til at lýsa kenslur.
Tá ið KT-depilin skipaði fyri søgukapping í 2008, vann Rannvá kappingina. Dómsnevndin var samd um, at hon var ein framúrskarandi rithøvundur.
Søgan um vampýrdrongin er fyrsta bók hennara á prenti.
Útgávur:
2009 7 dagar í helviti
2010 Ódjórið í Vencil 8
2013 Mjørki í Vencili nr. 13
Viðtal:
Tað er stuttligt at skriva søgur. Strok nr. 5/2008
Eilen Anthoniussen: Eg skal verða rithøvundur. Sosialurin 29. mai 2009
Búi Rouch: Tá Búi Rouch møtti Rannvá Hoydal. Mess 9/november 2009