Ragnheiður Gestsdóttir

Ragnheiður Gestsdóttir er íslendskur rithøvundur og myndprýðari, fødd í Hafnafirði í 1953.

Longu 19 ára gomul tók hon læraraprógv. Síðani las hon bókmentafrøði við lærda háskúlan í Reykjavík og listasøgu í Århus.

Afturkomin til Reykjavíkar fór hon aftur at lesa bókmentafrøði og varð spakuliga drigin inn í arbeiðið at myndprýða og skriva.

Hon hevur eisini arbeitt sum lærari og skúlabókavørður og verið ritstjóri á forlagi, sum gevur út undirvísingartilfar til grundskúlan.

Hon hevur skrivað og myndprýtt fleiri enn tjúgu bøkur og hevur fingið nógvar heiðurslønir í heimlandi sínum.

Í samband við at Bókadeild Føroya Lærarafelags fylti 50 ár í 2006, var Ragnheiður Gestsdóttir í Føroyum og vitjaði.

  

Útgávur:

2006 Leikur í talvi

2007 Svørðberin

 

Umrøða:

Norðurlendska barnabókavirðislønin

 

Heiður:

2000 Íslendska barnabókavirðislønin fyri Leikur í talvi.

2005 Norðurlendska barnabókavirðislønin fyri Svørðberin

2005 IBBY - virðisløn fyri rithøvundaverk sítt.