Pippi 75 ár

Eingin er sum Pippi

Í ár eru 75 ár síðan, at fyrsta bókin um Pippi Langsokk kom út. Bøkurnar eru síðan komnar út í 77 ymiskum londum, og vit eiga eisini fleiri av hesum bókunum á føroyskum. Fyrsta bókin um Pippi kom út í 1993, og síðan hava bøkurnar verið væl umtóktar millum stór og smá. Turið Sigurðardóttir hevur týtt allar bøkurnar um Pippi til føroyskt.

Bókadeildin hátíðarheldur føðingardagin hjá Pippi við tveimum útgávum í ár. Onnur er sniðskorna pappbókin til teir yngstu lesararnar, sum kunnu hitta Pippi, Villingavál og øll hini fyri fyrstu ferð. Hin er "Tríggjar søgur um Pippi Langsokk" við trimum klassiskum myndabókum í einari bók.