Pija Lindenbaum

Pija Lindenbaum er svenskur rithøvundur og myndprýðari.

Hon er fødd í 1955 í Sundsvall.

Eftir at hon hevði myndprýtt ein hóp av bókum hjá øðrum, m.a. bøkurnar um Tsatsiki hjá Moni Nilsson Brännström, gav hon út myndabókina Else-Marie och småpapporna í 1990, sum hon sjálv bæði hevði skrivað og myndprýtt. Hon fekk stóran ans í Svøríki bæði hjá vaksnum og børnum, og síðan hevur hon givið fleiri aðrar út, sum allar hava ein heilt serligan Lindenbaumskan stíl.

 

Útgávur:

2007 Tá ið mamma Áka var í ørviti

2009 Regin og barbidukkurnar

2013 Gyða krógvar seg burtur

 

Umrøða/ummæli:

Marianne Fricke: Pija och de starka flockorna. Opsis Kalopsis 1/1999

Anna Kågström: Rädslan är en mäktig kraft. Dagens Nyheter 14. august 2000.

Marianne von Baumgarten-Lindberg: På spaning efter barn i vår tid. Opsis Kalopsis nr 1/2011

Annika Gunnarsson: Pija Lindenbaum í Contemporary Swedish Illustrators 2013

Lars H. Gustafsson: Om sårbarhet för vuxna och för barn. Opsis Kalopsis nr 2 2013

Kamilla Löfström: En broget forsamling. Information mai 2015. Børnelitteratur

 

Heiður:

2005 Tá ið mamma Áka var í ørviti, vald sum ársins myndabókaperma av vitjandi á Bóka- og bókasavnsmessuni í Gøtuborg

2005 Bokhandelns pris

2007 Stóra lesaraprísin fyri Regin og barbidukkurnar

2008 Astrid Lindgren prísin