Peter Pohl

Peter Pohl er svenskur rithøvundur, føddur 5. desember 1940 í Hamburg í Týsklandi. Hann starvast eisini sum lektari á Kongliga tekniska háskúlanum í Stockholm. Hann hevur skrivað fleiri lærubøkur um numeriska greining.

Eftir at pápi Peter Pohl doyði í 2. veraldarbardaga, fluti mamman, sum var svensk, til Svøríkis. Tá var Peter 4 ára gamal.

Í sjeytiárunum byrjaði hann at arbeiða við filmi og fekk fleiri virðislønir fyri stuttfilmar. Tað var hesa tíðina, hann fór undir at skriva fagurbøkur.

Fyrsta bókin var Janne, min vän, sum kom út í 1985. Bøkurnar eru mangan um børn, sum á ymsan hátt hava tað svárt. Har eru lýsingar av líðing, sorg og óndskapi, sum hevur fingið onkrar ummælarar at halda, at tær eru alt ov daprar hjá børnum at lesa.

 

Útgáva:

2014 Anton, mær dámar teg

 

Heiður:

1986 Nils Holgarsson-plaketten

1989 Expressens Heffaklump

1990 Deutsche Jugendliteraturpreis

1992 Augustpriset

1995 Astrid Lindgren priset

         Deutsche Jugendliteraturpreis