Per á Hædd

Per á Hædd er føddur í 1959 og tók útbúgving sum fotografur í Danmark. Eftir lokna útbúgving hevur Per arbeitt sum fotografur í Føroyum síðan 1982.
Per á Hædd er Føroya fyrsti reklamufotografur. Í 2004, tá Per var við í kappingini Form & Figur hjá Dansk Fotografisk Forening, fekk hann – í kapping við umleið 50 fotografar – fyrstu virðisløn fyri eina mynd av kvinnukroppinum.
 

Myndprýðingar:

1983 Í útlegd

2001 Góður matur úr sjónum

2002 Okkara kokkur

2004 fotomyndir í Míni jólabók

2005 fotomyndir í Míni jólabók

2007 fotomyndir á fløguni Lort í býin