Pearl S. Buck
1892-1973
Pearl S. Buck var amerikanskur rithøvundur. Hon búði barnaárini í Kina, av tí at pápin og mamman vóru trúboðarar har.
Tá ið hon hevði tikið útbúgving í USA, fór hon aftur til Kina at virka sum trúboðari. Seinni búsettist hon í USA.
Tær báðar kendu skaldsøgurnar The Good Earth og East Wind-West Wind hava báðar evni úr Kina.
Í barnabókum leggur hon dent á at fáa fram, at børn líkast, uttan mun til hvaðani tey eru ættað.
Útgávur:
1980 Silvurfirvaldurin í Firvaldsfikkuni Silvurfirvaldurin
Ummæli/umrøða:
Pearl S. Buck. Frank N. Magill: Great Women Writers. Robert Hale-London 1994
Peter J. Conn: Pearl S. Buck: A cultural Biography. Cambridge University Press 1996
Heiður:
1932 Pulitzer heiðurslønin
1938 Nobelheiðursløn í bókmentum