Patrick Ness
Patrick Ness er føddur 17. oktober 1971 í Virginia. Hann hevur búð í Onglandi síðan 1999.
Hann hevur skrivað níggju bøkur: tvær skaldsøgur til vaksin, eitt stuttsøgusavn og seks ungdómsbøkur.
Umframt at bókin Eitt skrímsl kemur var hildin at vera ársins ungdómsbók í 2011 av American Library Association, var hon eisini vald sum ársins bók í tíðindabløðunum The Independent, Chicago Sun-Times og The Wall Street Journal.
Bókin verður í løtuni gjørd um til film við leikarum sum Liam Neeson, Sigourney Weaver og Felicity Jones í leiklutunum. Filmurin kemur í 2016.
Útgáva:
2015 Eitt skrímsl kemur
Ummæli:
Britta Voergaard Poulsen: Monster. Litteratursiden, 22. apríl 2015
Kari Sønsthagen: Monster er en umanerlig stærk fortælling. Berlingske Tidende 20. mars 2015
Steffen Larsen: 6 hjerter: Monsteret i kulsort tegnet roman rammer mennesket lige på. Politiken 11. mars 2015
Heiður:
2011 British Children´s Book of the Year
Kitschies Red Tentacle Award
2012 Carnegie Medal
Kate Greenaway Medal
Red House Children´s Book Award
Heimasíða:
www.patrickness.com