Ole Lund Kirkegaard

1940-1979

Ole Lund Kirkegaard var danskur rithøvundur og læraralærdur.

Hann varð føddur í Århus og uppvaksin í Skanderborg. Foreldrini vóru sera sjáldsom og góvu honum og vinmonnunum nógv størri frælsi at spæla enn vanligt var í fýrati og fimmtiárunum, tá ið vaksin hildu, at børn skuldu síggjast, men ikki hoyrast.

Fyrsta útgáva hansara var stuttsøgan Dragen, sum hann sendi inn til eina kapping í danska blaðnum Politiken; hann vann og varð eggjaðar til at skriva meira.

Fyrsta bók hansara var Lítli Virgil, sum kom út á donskum í 1967.

Søgurnar handla oftast um børn, sum hava tað trupult við foreldrum og øðrum autoritetum, men sum sleppa burtur úr trupulleikum við at duga væl at finna uppá og við hjálp frá skeivum eksistensum. Søgurnar eru allar vorðnar klassikarar í donskum barnabókmentum.

Bókin Gummi- Tarzan er við í danska mentanarkanon, flestu er gjørdar til film, og ein er gjørd til sangleik, (Hodja úr Pjort), har danski sangarin og sangskrivarin Sebastian hevur gjørt løgini.

Ole Lund Kirkegaard hevur serligan frásøgustílurin, har humor er ein sera týðandi partur av samrøðu og hendingum og samhugi altíð er við børnunum.

 

Útgávur:

1985 Albert

2003 Gummi Tarzan

2003 Hodja úr Pjort

2003 Lítli Virgar

2003 Orli Froskaslúkur

 

Umrøða:

Flemming Koch: Lille Virgil er et engangsbarn. Jyllandsposten 11. apríl 1971

Hanne Dam: Han strør lidt galskab ind i børnenes verden. Berlingske Tidende 19. september 1977

Jakob Gormsen: Elleve nordiske børnebogsforfattere. Gyldendal 1979

Mette Winge: ham med Albert, Orla, Otto og alle de andre. Berlingske Tidende 23. juli 1979

M.I.: Umrøða av Gummi-Tarzan. Varðin bind 49. heftir 3/4, 1982

Gunnar Jakobsen: På børnenes eget sprog. Berlingske Tidende 1. juli 1995

Arnbjørn Ó Dalsgarð: Lítli Virgar og vinmenn. Fregnir 11. apríl 2003

Åsmund Hennig: Multimodal makt og frihet: Personframstillinger i Gummi Tarzan (1975). Nordic Journal of ChildLit Aestetics, Vol. 3, 2012

 

Heiður:

1969 Kulturministeriets Børnebogspris fyri Albert