Oddvør Johansen - bøkur merktar við "Frælsi"

Oddvør Johansen er rithøvundur og organistur.

Hon er fødd 30. oktober 1941 og býr í Havn.

Fyrsta útgáva hennara var skaldsøgan Lívsins summar, sum kom út í 1982.

Bøkur hennara eru týddar til danskt, norskt, svenskt og íslendskt.

Hon hevur verið í uppskoti til Norðurlendsku bókmentaheiðurslønina í 2001.

Hon hevur higartil skrivað fýra barnabøkur: Hundalív í Grindavági, Skip í eygsjón, Kongsdóttirin í Nólsoy og Vinni vespa.

 

Útgávur:

1990 Dvørgasteinurin í Míni jólabók

1996 Kongsdóttirin í Nólsoy

2001 Gott at vera sterkur, Maria og Tann nútíðin, vit elska at skriva um í Mjørki í heilum

2004 Vinni-Vespa í Míni jólabók

2005 Doffa og dampmaskinan í Míni jólabók

2006 Hin klóka æðan í Míni jólabók

        Við eygum so stórum sum tekoppar í Vencil 1

2009 Vinni vespa

2011 Hin klóka æðan

2013 Páll Fangi

       Niður við nakkanum í Vencili nr. 14

2014 Einaferð var tað ...

 

Ummæli/umrøða:

Jógvan Isaksen: Færøsk Litteratur. Vindrose. 1993

Pól á Kletti: Gomlu sagnirnar gott ráevni til barnasøgur. Viðskerin 11. januar 1997

William Heinesen: Væleydnað útgáva: Kongsdóttirin í Nólsoy

Nordisk kvindelitteraturhistorie. Rosinante 1998

Oddvør Johansen: Hvar fór nútíðin í føroyska skúlanum?. Skúlablaðið nr. 4/2003

Turið Kjølbro: Páll fangi og Torkils døtur. Skúlablaðið nr 1/2015

 

Heiður:

1983 Virðisløn M. A. Jacobsen fyri fagurbókmentir

1988 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs

2002 Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagurbókmentir

2015 Sømdargáva Landsins