Gangstaraomman

Bókaklubbin

138,00 kr  Spar 22,00 kr

  • Síður: 256
  • Útgávuár: 2019
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: David Walliams
  • Myndir: Tony Ross
  • Týðari: Vagnur Streymoy
Deil:

Omma Ben er sum flestar aðrar ommur:
– Hon hevur hvítt hár
– Hon hevur handilstenn
– Hon hevur brúkt lummaturriklæði í ermuni
– Og ... hon er ein altjóða gimsteinatjóvur!


Ben gistir hjá ommu síni hvørt einasta fríggjakvøld,
og hann heldur, at omman er nakað so keðilig.
Hon vil bara spæla Scrabble, og allur maturin, sum
hon ger, er úr káli.


Eitt púra vanligt og keðiligt fríggjakvøld finnur Ben
gimsteinar í einari køkudós hjá ommuni.
Og tað er byrjanin upp á tað størsta, svakasta
og mest ótrúliga ránið í heimssøguni. Tí omman er
ikki hvør sum helst, hon er ein gangstaraomma.


Tú fert heilt víst at flenna. Kanska tú fert at gráta.
Í øllum førum fert tú aldrin aftur at hugsa um
ommur, sum tú hevur gjørt fyrr.