Nýggj føroysk bók

Marin fær ein lítlabeiggja
Nú er fitta gentan Marin aftur at hitta í nýggju bókini "Marin fær ein lítlabeiggja" eftir Ingun Christensen. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt bókina. Í hesi bókini hoyra vit um nýggja lívið hjá Marini sum stórasystir og skúlagenta. Vit hitta aftur kulu dadduna Randi, vinkonuna Amaliu, blíður langommuna og fitta Snar. Beiggin grætur øgiliga illa, hevur klikk í búkinum og verður næstan seldur á Facebook - men tá ið avtornar er hann heimsins fittasti lítlibeiggi.
Í bókini "Marin og Hjartavætturin" hoyrdu vit um Marina, sum ofta kendi seg einsamalla, tí foreldrini høvdu so ringar stundir. Tí gav langomman henni eina løgna dukku, ein hjartavættur.
Ingun Christensen skrivar bøkur til børn og vaksin. Umframt bøkurnar um Marina hevur hon eisini skrivað bøkurnar "Eiturkoppaprinsessan", "Rani - vár og vónir", "Rani - Ein nýggj byrjan", "Skuggamyndir", "Garðvættrarnir gera uppreistur", "Annika í Dímun" og "Katrin í Toftum".
