Metbókin hjá Rúnu
Bókadeild Føroya Lærarafelags
- Síður: 40.0
- Útgávuár: 2011
- Upprunamál: danskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Morten Dürr
- Myndir: Mårdøn Smet
- Týðari: Hannis Egholm
Søgan er um Rúnu, sum býr hjá mammu síni; hon vitjar javnan pápan, sum drekkur illa. Rúna ynskir sær eina metbók, men pápi hennara hevur ikki ráð. So ger hon í staðin sína egnu metbók, og pápi Rúnu skal eisini í bókina. Hann skal nevniliga seta met í at drekka øl. Men so hendir nakað …
Metbókin hjá Rúnu lýsir gerandisdagin hjá børnum, sum hava foreldur, ið drekka; søgan er skrivað úr sjónarhorninum hjá barninum. Hetta er ein góð og nemandi bók um upplivingarnar hjá eini gentu, hvørs pápi er bundin av rúsdrekka, og hvussu álvarsamar avleiðingar hetta sær fyri lívið hjá lítlu familjuni. Bókin hevur fingið sera góð ummæli, eisini av yrkisfólki, sum arbeiða við børnum hjá foreldrum, sum drekka.
Aðrar bøkur eftir Morten Dürr á føroyskum eru Leið meg, Samira og Teskispælið. Tær eru eisini komnar út í krabbarøðini.
Bókin er ein lilla krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.