Monika Zak

Monika Zak er svenskur rithøvundur og journalistur, fødd í Dresden í 1939. Pápin var kekki og mamman svensk. Tey fluttu til Svøríkis, har Monika vaks upp í Örebro.
Monika Zak má sigast at vera óræddur ævintýrari. Í seks ár sigldi hon á verðinshøvunum við manni og børnum í báti uttan motor. Hon skrivaði samstundis til tíðindabløð um upplivilsini í fremmandum londum, samstundis sum hon skrivaði fyrstu bøkurnar.
Hon er ongantíð givin at ferðast, hevur gingið í oyðimørkum og regnskógum, upplivað borgarakríggj og komin at kenna gøtubørn í Honduras og Guatamala. Fleiri av teimum fólkum, hon hevur hitt á ferðum sínum, brúkar hon aftur í bókunum. M.a. hana um Alex Dogboy.
Hon sigur sjálv, at tað, sum drívur hana, er áhugin fyri barnarættindum og vreiði um órættvísi í heiminum. Higartil hevur hon útgivið einar 50 bøkur, sum eru týddar til fleiri ymisk mál.

 

Útgávur:
2010 Alex Dogboy

 

Heiður:
1987 Nils Holgarsson-plaketten
2002 Bokjuryn fyri tey 14-19 ára gomlu

 

Um Alex Dogboy