Monika Stauss Joensen

Monika Stauss Joensen er fødd og uppvaksin í Sveis.

Í 1982 kom hon til Føroyar, giftist og búsettist í Leirvík. Hon er mamma at fýra børnum.

Monika er violinleikari og hevur starvast í musikkskúlanum síðani 1983.

Hon hevur spælt konsertir bæði í útlondum og runt um í Føroyum.

Hon hevur tvær ferðir givið fløgu út við klassiskum tónleikaperlum saman við klaverleikaranum Birgitte Schnakenburg.

 

Útgávur:

2013 Edelweiss og sólarkaffi