Moni Nilsson

Foto: Karl Gabor.

Moni Nilsson er svenskur rithøvundur og er fødd í 1955 og uppvaksin í Stokkhólmi.

Tá ið fyrsta barn hennara Jojo fór í barnagarð, setti hon sær fyri at skriva eina bók. Bókin var Bartolomeus och spöket. Síðani helt hon, tað fór at vera einki fyri at skriva og geva bøkur út, men hon fekk annað at síggja.

Aftaná nógvar royndir og umskrivingar fekk hon endiliga eitt forlag at ganga við til at geva út fyrstu bókina um Tsatsiki, tá var hon blivin 40 ár. Síðan hevur hon verið sera viðurkendur rithøvundur.

Moni sigur sjálv at vilt tú gerast rithøvundur er gott at hava eydnuna við tær og eisini at vera treisk. Og at hava nakrar lívsroyndir. Leiðin hjá Moni fram til rithøvundavirki gekk gjøgnum mállesnað, flogfarsvaskara, læraravikar, barnagarðshjálp, týðari, ekspitrisa, starv í barnaútvarpi, skrivari og mangt annað læruríkt. Tað læruríkasta var tó at gerast mamma.

 

Útgávur:

2001 Tsatsiki og mamman

2001 Tsatsiki og pápin

2002 Bara Tsatsiki

2002 Tsatsiki og kærleikin

2003 Tsatsiki og Retzina

2005 Seturskúlin

2007 Malan + Rasmus = kærleiki

2008 Salmiakk og Spøki

2009 Salmiakk og Hedda

2016 Tsatsiki og Hamarin

        Tsatsiki og mamman

        Tsatsiki og pápin

        Bara Tsatsiki

       Tsatsiki og kærleikin

       Tsatsiki og Retzina

 

Ummæli/Umrøður:

Helena Lumholdt: ”Lång väg till Tsatsiki.” Opsis Kalopsis nr 3/2001

Knut Anders Løken: En moderne Karlsson. barnebokkritikk.no/ 23. apríl 2008

 

Heiður:

1997 Bokjuryn fyri Bara Tsatsiki

1998 Nils Holgersonplaketten fyri Bara Tsatsiki

1999 Wettergrens barnbokollon fyri bøkurnar um Tsatsiki

1999 BMF-plaketten fyri Tsatsiki og kærleikin

1999 Din bok-vårt val fyri Tsatsiki og kærleikin

1999 Bokjuryn fyri Tsatsiki og kærleikin

2001 Bokjuryn fyri Tsatsiki og Retzina

2003 Bokjuryn fyri Malan+Rasmus=Kærleiki

2005 Tower of Babel honour (Estland) fyri Tsatsiki og Kærleikin

2010 Astrid Lindgren-priset

 

Heimasíða:

www.moni.se