Michael Morpurgo
Michael Morpurgo er enskur rithøvundur føddur í 1943.
Hann las enskt og franskt á London University og starvaðist eitt skifti sum lærari og varnaðist, at alt ov nógv børn, sum búðu í stórbýum og býarøkjum, ikki høvdu møguleika at uppliva natúruna.
Saman við konuni setti hann á stovn ein felagsskap, sum skuldi gera tað møguligt hjá býarbørnum at sleppa at ferðast úti á landinum.
Tey hava í løtuni tríggjar garðar, ein í Wales, ein í Devon og ein í Gloucestershire.
Síðani 1976 hava yvir 50.000 børn úr øllum Onglandi verið og ferðast á onkrum á gørðunum í eina viku.
At búgva í Devon, lurta eftir Mozart og arbeiða við børnum gevur honum allan tann íblástur, hann hevur brúk fyri, at skriva bøkur, sigur Michael Morpurgo.
Útgávur:
1985 Vinur ella fíggindi
1998 Skipið Zanzibar
2014 Ferðin til Amerika
Umrøða:
Shaun Mc Carthy: All about Michael Morpurgo. Heinemann educational Books 2004
Michael Morpurgo: Let children be the judge of a good book. The Telegraph 16. nov. 2010
Michael Morpurgo: My favorite children´s books. The Telegraph 20. mars 2013
Heiður:
1995 Beefeater Children's Novel - Winner
1995 Whitbread Children´s Book Award
2003 Children´s Laurerate
2006 OBE
Heimasíða: