Michael Ende
1929-1995
Michael Ende er týskur rithøvundur, føddur í Garmisch. Sum barn gekk hann á Waldorff skúlanum, og skriving hansara er merkt nógv av antroposofiskum hugburði.
Í fjøruti árunum skrivaði hann yrkingar og smásøgur. Eftir kríggið fór hann á sjónleikaraskúla í München, samstundis sum hann arbeiddi á útvarpsstøðini Bayrische Rundfunk.
Ende er serliga kendur fyri Ta óendaligu søguna og Momo, sum báðar eru filmatiseraðar.
Útgávur:
1995 Momo
Heiður:
1974 Deutschen Jugendbuchpreis fyri Momo
1974 Europäischer Jugendbuchpreis fyri Momo
Heimasíða:
michaelende.de