Mecka Lind
Mecka Lind er svenskur rithøvundur, fødd í 1942.
Vaks upp hjá ommu síni í Lund. Omman dugdi sera væl at siga frá søgum, og hon var ein góður stuðul hjá Mecku og var við til at menna hennara hugflog og skapanarevni.
Mecka arbeiddi við lýsingum í tíggju ár eftir at hava gingið í realskúla, síðan hevur hon verið ferðaleiðari, frítíðarleiðari og free-lance høvundur. Hon skrivaði greinir, vísur og handrit til útvarps- og sjónvarpssendingar fyri børn og vaksin.
Fyrstu bókin Johanna och mormor kom út í 1982, og eftir tað gjørdist hon høvundur burturav.
Kendast er hon fyri bøkurnar um børn, sum hava eitt strævið lív, sum liva á gøtuni og eru barnasoldátar.
Bøkur hennara eru týddar til nógv mál og hava fingið fleiri heiðurslønir í útlondum.
Í samband við at Bókadeild Føroya Lærarafelags fylti 50 ár, var Mecka Lind á vitjan í Føroyum í 2006. Fólkaskúlanæmingar og onnur áhugað høvdu tá høvi at hitta hana og hoyra hana greiða frá um skaldskap sín.
Útgávur:
1996 Sanna gøtubarn
1996 Siggi Jønsson
1996 Siggi Jønsson og handan Andrea
2002 Isabel- gøtubarn í Rio
2006 Anja – biddarabarn í Moskva
2007 Anselmo - barnahermaðurin
Heiður:
1992 Buxtehuder Bulle fyri Sannu gøtubarn
1995 Die Junge-Jugendbuch-Jury fyri Isabel
1996 Gustav-Heinemann Friedenspreis fyri Isabel
2005 Premio Nazionale di Letterature per Ragazzi-Cittá di Bella fyri Anja, biddarabarn í Moskva