Mauri Kunnas

Mauri Kunnas er finskur barnabókarithøvundur og myndprýðari. Hann er føddur 11. februar 1950 í Vammala.
 Mauri Kunnas gekk á finska listaskúlanum frá 1969-1975 og tók prógv sum grafikari.
 Hann hevur starvast sum politiskur karikaturteknari á fleiri finskum bløðum.
 Hann býr í Espoo saman við konuni Tarja og børnunum Jenna og Noora og kettuni.
 Kunnas er serliga kendur fyri barnabøkur, har djór eru teknaði í mannalíki.
 Mauri Kunnas arbeiðir í tøttum samstarvi við konuna, sum hevur litprýtt allar tekningar hansara.

 

Útgávur:

2007 Jólamaðurin
2007 Víkingarnir koma!

2010 Robin Hood

 

Heiður:

1981 The State Literary Award

1998 The Finnish Broadcasting Company´s Prize

 

Heimasíða:
www.maurikunnas.net