Maud Heinesen

1936-2005

Maud Heinesen vaks upp í Klaksvík. Hevði hevði 3-málsligt korrospondentprógv frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn og starvaðist sum lærari og skrivari, seinastu mongu árini, sum skrivari á Fróðskaparsetri Føroya.

Maud Heinesen giftist við Jens Paula Heinesen, rithøvunda úr Sandavági, og tey búði í Havn. Maud andaðist í 2005.

Hon var virkin rithøvundur og skrivaði eisini søgur í Mína jólabók.

 

Útgávur:

1963 Fyri jól, Marin í Míni jólabók

1970 Tarvadysturin hjá abba í Míni jólabók

1993 Abbi og eg

1994 Nógv ímillum lív í Míni jólabók

1996 Ein lítil søga um Sun-Mi í Míni jólabók

1997 Einsamøll í húsi í Míni jólabók

1998 Tá ið hevndin rakti okkara veg í Míni jólabók

1999 Okkara maður á ferð í Míni jólabók

2000 Í vøggustovu við Helenu

        Sherlock Holmes fer til verka í Míni jólabók

2001 Sherlock Holmes í andróðri í Míni jólabók

2002 Sherlock Holmes-klubbin fær vitjan úr Danmark í Míni jólabók

2003 Herverk í Míni jólabók

2004 Eg skal hava ein hund

2004 Likkulina og Likkudemus

 

Umrøða/ummæli:

Martin Næs. Abbi og eg i Hvør eigur flaggknappin? 1995

Turið Kjølbro: Nýggjar føroyskar bøkur til tey smæstu. Sosialurin, nr. 208, 28. oktober 2000

Maud Heinesen: Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs. Skúlablaðið 6/2001

 

Heiður:

Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs í 2001.