Mats Wahl
Foto: Casia Bromberg
Mats Wahl er føddur 10. mai 1945 í Malmö. Tá ið Mats var 2 ára gamal flutti mamman frá pápanum og heim til foreldrini. Tey áttu sjey børn frammanundan, og Mats gjørdist so teirra áttanda barn. Tólv ára gamal fluttu hann og mamman til Stokkhólm, har hann gekk í skúla. Mats kendi seg mangan útihýstan og ólukkuligan.
Í 1961 hendi nakað sum broytti lív hansara: Ernest Hemmingway tók lívið av sær, og øll bløðini skrivaðu um hendingina. Mats las um hetta í bløðunum og fekk hug at lesa bøkurnar hjá honum; tá ið hann kom at kenna tað sum Hemmingway hevði skrivað, gjørdi hann av at gerast rithøvundur sjálvur.
Fyrsta bókin, hann skrivaði, var På spaning efter Växandets punkt. Hon kom út í 1978 og er ein fakbók um námsfrøðilgit arbeiði við ungdómi í kreppu. Síðan hevur hann skrivað ein hóp av bókum og leikum, eisini er bókin Hin ósjónligi gjørd til film tvær ferðir. Mats Wahl tekur ágrýtin lut í samfelagskjaki í Svøríki.
Útgávur:
1992 Maj Darlin
1993 Bølarin
1996 Vetrarvíkin
2002 Hin ósjónligi
2005 Hevnd
2006 Kill
2009 Fortíðar syndir
2014 Vanja og Villi
Ummæli:
Anne-Marie Alfvén-Eriksson: Ett farligt vatten skiljer pojken från den älskade. Dagens Nyheter 16. okt. 1993
Bergljót av Skarði: Vetrarvíkin. Skúlablaðið nr 4 - 1996
Peter Grönborg: Överallt dolda djup. Borås Tidning 12. september 2002
Caroline Ringskog Ferrada-Noli: Mats Wahl: Vanja och Ville. Expressen 9. mai 2014
Heiður:
1989 Nils Holgarson-plaketten fyri Maj Darlin
1990 Norsisk Skolebibliotekarforenings Børnebogspris fyri Maj Darlin
1993 Augustpriset
1994 Janusz Korczaprísin (Polen)
1996 Deutscher Jugendlitteraturpreis
2002 Gustav Heinemann Friedenspreis (Týskland)
2002 Priset till Adam Brombergs Minne
Heimasíða: