Martin Widmark - bøkur merktar við "Lættlesibók"

Martin Widmark er svenskur rithøvundur og lærari.

Hann er føddur í 1962 og uppvaskin í Linkjøping og býr nú í Stokkhólmi.

Hann starvast fulla tíð á háskúla, har hann undirvísir innflytarum í svenskum.

Hann hevur eisini skrivað fitt av skúlabókum.

Bøkurnar um Lassa og Maiu eru sera væl umtóktar.

Tað er, sum eitt svenskt blað segði í einum ummæli: Nýbyrjaðir lesarar berjast við lesivandar sætta floks næmingar um at sleppa at lesa um hesar gátuloysararnar.

Tær eru lættar at lesa, men ikki lættar at loysa.

 

Útgávur:

2006 Gistingarhúsgátan

        Gimsteinagátan

        Sirkusgátan

2007 Kaffistovugátan

        Mumiugátan

2008 Biografgátan

        Tokgátan

2009 Blaðgátan

        Skúlagátan

2010 Gullgátan

 

Ummæli/umrøða:

Åse Kristine Tveit: Svak spenningsserie fra Sverige. www.barnebokkritikk.no/3.apr.2003

Lotta Olsson: Deckare - en jaha-upplevelse! Opsis Kalopsis 3/2007

 

Heiður:

2004. Onnur virðisløn fyri Mumiugátuna frá Bokjuryn í bólkinum 7-9 ár.

 

Heimasíða:

www.martinwidmark.se