Martin Joensen
1902-1966
Martin Joensen var rithøvundur og lærari. Føddur í Sandvík. Fyrsta útgáva hansara var Fiskimenn, sum kom í 1946. Høvuðsverk hansara eru umframt Fiskimenn eisini Tað lýsir á landi, har sagt verður frá lívinum umborð á sluppunum og lívinum á bygd í eini tíð, har samfelagið broytist frá landbúnaðarsamfelag til fiskivinnusamfelag, og eitt stættastríð tekur seg upp millum keypmenn og fiskimenn, ognarmenn og fæloysingar og millum gamla trúgv og nýggja. Í sínum frásøgnum er hann realistur og lýsir viðurskiftini, sum tey eru, tó við samhuganum hjá teimum minnu mentu.
Bøkurnar Fiskimenn og Tað lýsir á landi kom út av nýggjum á forlagnum Sprotanum í 2012, og somuleiðis kom Fiskimenn út á norskum í 2013.
Útgávur:
1946 Fiskimenn
1949 Útrák
1950 Drongurin og huldufólkini í Míni jólabók
1951 Í kyksendan í Míni jólabók
1952 Uppi í mjørkanum í Míni jólabók
Tað lýsir á landi
1954 Hitt reyða turriklæðið í Míni jólabók
1955 Klokkan ringir í Míni jólabók
1956 Fyrstu ferð til skips í Míni jólabók
1957 Í holt við kavbát í Míni jólabók
1959 Reprobus í Míni jólabók
1962 Klokkan ringir
Einar og Fram í Barnablaðnum nr. 2
1967 Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt í Míni jólabók
1977 Heimadoktarin
Gamli maðurin og varðin
2010 Klokkan ringir í Míni jólabók
2014 Tá ið Antinis fangaði seyðatjóvarnar í Míni Jólabók
Umrøða:
Marius Johannesen: Klokkan ringir. Skúlablaðið 1962
Arnbjørn Danielsen: Sociale og psykologiske elementer i Martin Joensens romaner og fem noveller. Høvuðsritgerð, Københavns Universitet 1978
J.P.H.: Martin Joensen. Barnablaðið nr. 4
Jógvan Isaksen: Færøsk litteratur. Vindrose 1993
Erhard Jacobsen: og so veit eg eina vakra søgu. BFL 2006. bls. 31-33
Heiður:
1962 M. A. Jacobsens heiðurslønin