Marit Nicolaysen
Marit Nicolaysen er norskur rithøvundur, fødd 22. november 1953 í Oslo, har hon eisini er uppvaksin. Hon er cand. mag í fronskum, stjórnarfrøði og bókmentum. Hon hevur eisini lisið portugisiskt.
Hon gav fystu bókina út um Svein og rottuna í 1996, og higartil hevur hon skrivað sekstan bøkur. Bøkurnar eru komnar út á svenskum, donskum, finskum, russiskum, hollendskum, týskum og nú føroyskum. Tveir filmar eru gjørdir av Sveini og rottu, ein í 2006 og ein í 2007.
Útgáva:
2014 Sveinur og rottan fara eftir gullinum.
Heiður:
2001 Sonja Hagemanns barnebokpris
2006 Skolebibliotekarforeningens litteraturpris
2007 Teskjekjeringprisen
Heimasíða:
www.sveinogrotta.no