Marianne Gade - bøkur merktar við "Bláur krabbi"

Marianne Gade er danskur rithøvundur. Hon er fødd 30. september 1945 í Keypmannahavn og vaks upp í Sæby. Hon er bókavørður av útbúgving og hevur starvast á Danmarks Pædagogiske Bibliotek og á Statens Museum for Kunst.
Síðani er hon flutt til Jyllands og hevur starvast á bókasavni í Kolding og sum ummælari á tíðindabløðum. Í 2006 segði hon starvið sum bókavørður frá sær og fór at skriva bøkur burturav.

 

Útgávur:
2009 Dísa og norðlýsið
        Dísa og huldufólkini
        Dísa á vandaleið

 

Heiður:
2006 Aschehoug barnabókavirðislønina fyri bókarøðina um Dísu.

 

Heimasíða:

www.mariannegade.dk