Marianna Debes Dahl

Marianna Debes Dahl er føroyskur rithøvundur fødd í 1947 í Vestmanna.

Hon hevur útbúgving sum lærari, men hevur starvast sum rithøvundur burturav nú í nøkur ár.

Hon hevur verið aktiv á vinstravonginum og skrivaði í kommunistiska blaðið Fríu Føroyar frá 1983 til 1993.

Hon hevur umframt at skriva bøkur eisini framleitt ein hóp av sendingum til Útvarp Føroya.

Fyrsta bók hennara var Burtur á heiði, ein barnabók, ið vann fyrstu virðisløn í kapping um at skriva barnabók.

 

Útgávur:

1996 Burtur á heiði

1997 Úti á leysum oyggjum

2001 Flosi fer í føðingardag

 

Umrøður:

Malan Johannessen: Sm´abarnabøkur frá Fonnum. Br´a 9/10-1986

Malan Marnersdóttir (red): Vinalagið, náttúran og samfelagið, 1994

Elisabeth Møller Jensen (red): Nordisk kvindelitteraturhistorie, 1993-98

Aref T. Olsen: Alt er ein ferð. Føringurin 29. januar 1998

Malan Johannesen: Faðirmorð við einum orði. Oyggjaskeggi 1998/4

 

Heiður:

Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs 1978