Margot Andreasen
Margot Andreasen er danskur rithøvundur, fødd í 1950. Hon er útbúgvin bókavørður og forlagsráðgevi.
Hon byrjaði at skriva barnabøkur í 2001.
Áhugan fyri at skriva lættlesibøkur hevur hon fingið av tí, at hon eigur ein son, sum hevði sera trupult við at læra at lesa.
Útgávur:
2012 Ein skuggi á luftini. Tann blái sigursteinurin 1
Ein herur av gulum eygum. Tann blái sigursteinurin 2
Tað reyða merkið. Tann blái sigursteinurin 3
Tann nýggi kongurin. Tann blái sigursteinurin 4
Ummæli:
http://fortaellingen.dk/anmeldelse/margot-andreasen-en-skygge-pa-himlen