Margareta Strömstedt

Margreta Strømstedt er svenskur rithøvundur, sjónvarpsframleiðari og journalistur, fødd í 1931.

Umframt at skriva barnabøkur hevur hon skrivað ævisøgu um Astrid Lindgren.

Bøkurnar um gentuna Marjun ganga allar fyri seg ein dag og eru grundaðar á barndómin hjá rithøvundanum í Smålandi.

 

Útgávur:

1986 Marjun hin nítjanda desember

1987 Marjun ein dagin í mai

1987 Marjun eldur í!

1991 Marjun flytur í Paradísið

 

Heiður:

1986 Astrid Lindgren-priset