Måns Gahrton
Måns Gahrton er svenskur rithøvundur, føddur í 1961 í Lund, uppvaksin í Stokkhólmi og búsitandi í Nacka uttanfyri Stokkhólm.
Måns Gahrton hevur skrivað nógv. Hann skrivaði sína fyrstu bók seks ára gamal, men tað var ikki, fyrr enn hann hitti Johan Unenge, sum tá var lýsingarteknari, at hann tordi at fara til eitt forlag.
Í 1986 gav forlagið Bonnier fyrstu teknirøðina Samvetssamlaren út, og hetta var byrjanin til samstarv teirra millum. Måns dugdi at skriva og Johan at tekna. Í Føroyum eru teir serliga kendir fyri teknirøðina Ádam og Eva, sum nú hevur staðið í barnablaðnum Strok í fleiri ár.
Útgávur:
2009 Lívið sum Rósa – og ein drongur, sum eitur Villi
2009 Lívið sum Rósa - Túsund míl frá tær
2010 Lívið sum Rósa - Tú og eg og allur heimurin