Madonna

Madonna Lousa Veronica Ciccone Ritchie er fødd 16. august 1958 í Bay City í Michigan. Hon er ein av átta børnum í eini stórari italskari familju.

Hon er fyrst og fremst sangari og sangskrivari.

Madonna skrivaði sáttmála við Sire Records í 1982 og hevur síðan selt tvey hundrað milliónir plátur/fløgur um allan heim.

Sum sangari er hon kend og fagnað um allan heim. Hon verður søgd at vera tann sangarinnan, sum hevur vunnið flest pengar í yrki sínum. Sagt verður, at konsertferðin hon gjørdi í 2006, Confession Tour, er mest væleydnaða konsertferð, nøkur sangarinna hevur gjørt.

Hon er eisini dansari. Var við í dansibólkinum hjá Marthu Graham og Alvin Ailey Dance Troop í New York.

Hon er filmsleikari. Hon hevur spælt við í Desperately seeking Susan, Dick Tracy, A League of their own, Truth or Dare og í Evita, har hon vann eina Golden Globe.

Hon er eisini rithøvundur og hevur skrivað fimm bøkur til børn. Fyrsta bókin Ensku rósurnar kom út í 2003.

 

Útgávur:

2003 Ensku rósurnar

2003 Peabody & súreplini

2004 Yakov og teir sjey tjóvirnir

2004 Ævintýrið um Abdi

2005 Lotsa de Casha

 

Ummæli/umrøða:

Anna Schäffer: Barbie i den beste av alle verdener. www.barnebokkritikk.no/23.okt.2003

Georg L. Petersen: Tá Madonna-maskinan fór á rull. Dimmalætting/Bókajól 20. nov. 2003

Hugin Eide: Madonna á trúboðanarferð og tvey onnur barnabókaummæli. Vísir jólini 2004

 

Heimasíða:

www.madonna.com