Lydia Didriksen - bøkur merktar við "Reyður krabbi"

Lydia Didriksen er lærari, skúlabókavørður og rithøvundur.

Hon er fødd í 1957 og býr á Argjum.

Hon hevur verið nevndarlimur í Rithøvundafelagnum, Bókadeildini og á Skúlabókagrunninum.

Fyrsti tekstur hennara stóð í tíðarritinum Brá í 1986.

Lydia hevur í stuttsøgunum serliga havt ungu gentuna og kvinnuna sum evni. Umframt stuttsøgur og søgur fyri børn og ung, hevur hon ritstjórnað lesibøkur til framhaldsdeild.

 

Útgávur:

1990 Buggi og jólagásin í Míni jólabók

        Skuggar

1997 Stóri Tóri og lítla Lív

1998 Hvør vil eiga myrkrið?

2000 Garðurin hjá Siggu í Míni jólabók

2001 Loynikamarið í Míni jólabók

2002 Tær horvnu brillurnar í Míni jólabók

2009 Mia og Lias

        Mona og Boas

        Tula er vát

        Uglan Una

2010 Mia og Lias ríma

        Sasja úr Afrika

        Sasja fer túr

        Lena og Emil leita

2011 Mina

        Vinir

2014 Einaferð var tað ...

2015 Dís

        Dís rýmir

        Mina og Svarti

 

Umrøða/ummæli:

Turið Sigurðardóttir: Trupulleikar og útvegir. Brá 17/1991

Jógvan Isaksen: Illa sperdur skúladrongur. Sosialurin 227/28. nov. 1998

 

Heiður:

1998 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs