Pssst!
Bókaklubbin
- Síður: 96
- Útgávuár: 2019
- Upprunamál: danskt
- Innbinding: innbundin við klaffum
- Rithøvundur: Annette Herzog
- Myndir: Katrine Clante
- Týðari: Guðrið Rubeksen
Hví eri eg akkurát tann, sum eg eri? Hví bleiv eg ikki ein onnur? Hvat var eg, áðrenn eg bleiv fødd, og hvat verði eg, tá eg doyggi? Hevði eg eisini verið eg, um eg varð fødd onkra aðrastaðni? Um hárið hjá mær var ljóst, og eg gekk í einum øðrum flokki?
HVØR ERI EG Í GRUNDINI?
PSSST! varpar ljós á smáar og stórar spurningarnar í lívinum hjá 12 ára gomlu Viólu. Í tí einastandandi samanspælinum millum myndir og tekst fáa vit innlit í tankar hennara um lívið, deyðan, vinir, familju, einsemi, útsjónd og popularitet. PSSST! er ein still og poetisk kanning av samleika, og hvussu tað er at vera genta í dag.
»Alt eydnast í hesi undursomu grafisku skaldsøguni um tað broytiliga gentulívið. Bókin spyr: Hvør ert tú, tá tú ikki longur ert tú sjálv – og enn ikki ert tann, tú ert um at gerast?«
– Kristeligt Dagblad
»Hon er poetisk og still, ein fangandi bók, um tú sum lesari ert til reiðar at lesa brot, hyggja at myndum og hugsa. Hetta er ein persónlig úrklipsbók í teknisøgustíli, sum gevur tær eina sera góða og ósiðbundna bókauppliving.«
– Weekendavisen
»Bókin leggur bæði upp til blaðan aftur og fram og hugsavnaðan lesnað, alt eftir huginum hjá lesaranum, og hon er eitt upplagt boð upp á bókina at hava undir koddanum á gentukamarinum.«
***** – Jyllands Posten
»Eru fólk enn til, sum halda teknisøgur vera grunna tíðarspillu, sum forða børnum í at læra okkurt skilagott? Um so er, er grafiska skaldsøgan Pssst! ein góð grundgeving at møta teimum við.«
***** – Fyens Stiftstidende
»Ein sjálvstøðug, kærkomin og poetisk rødd, sum í ljóðlandslagnum ov ofta verður doyvd av tí hartrópandi stereotypa tannáringinum.«
– Nummer 9
»Hetta er bara ein ótrúliga vøkur, viðkomandi og einastandandi bók, sum neyvan fær sín líka í bræði. So flott!«
– Skolebiblioteket