Billie - Tú ert tann besta
Bókaklubbin
130,00 kr
Spar 20,00 kr
- Síður: 168
- Útgávuár: 2018
- Upprunamál: svenskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Sara Kadefors
- Týðari: Guðrið Rubeksen
Lívið hjá fosturfamiljuni í Búkróki heldur fram at taka okkum á bóli, og Billie er uppi í øllum sum vanligt. Áðrenn hon veit av, er hon blivin kend í býnum. Hjálp!
Heima verður Tea øvundsjúk. Og Álvur er eisini illur, tí at Billie er drigin at hansara stóra hatursobjekti Douglasi. Hvat er tað, sum í grundini er farið fram millum systkinabørnini? Hevur tað nakað at gera við, hvussu lítlibeiggin doyði? Billie má bara vita tað.