Lisa Golbe
Lisa Golbe er fødd og uppvaksin í einum lítlum býi uttan fyri Linköping í Svøríki.
Eftir at hava tikið prógv í grafiskari sniðgeving á Cumbria universiteti í Onglandi, gekk leiðin til Føroya, har hon hevur starvast sum grafiskur sniðgevi og listastjóri á lýsingardeildini hjá Sendistovuni.
Hon hevur harumframt myndprýtt skúlabøkur og hevur teknað til Mína jólabók síðan 2007.
Síðan 2011 hevur hon búð aftur í heimbýnum, har hon arbeiðir við sniðgeving og marknaðarføring fyri familjuna, sum eigur eitt mostarí.
Myndprýðingar:
2008 perma, forsatsur, vignettir í Míni jólabók
2009 perma, forsatsur í Míni jólabók
Eingilin Egin (Theodor E. D. Olsen)
2010 perma, forsatsur í Míni jólabók
Hugaferð til Betlehems (Steingrím Niclasen)
Kom og keyp frá mær í dag, Nei-land og Ja-land (Halfdan Rasmussen)
2011 perma, forsatsur í Míni jólabók
2012 perma, forsatsur, uppgávusíður í Míni jólabók
2014 Mín jólabók