Linne Bie
Linne Bie er belgiskur rithøvundur, fødd 16. mars 1974.
Føðinavnið er Caroline Dierckxsens, men hon varð kallað Linnebie sum lítil og tók tí hetta navnið, tá ið hon fór undir at skriva og myndprýða bøkur.
Hon býr í Brasschaat saman við manninum Dirk og teimum fýra børnunum, Leon, Rosalie, Olivia og Gustave og so er eisini ein ullintur terrierhundur í húsinum nevndur Basil.
Fyrst teknaði hon dýr, serliga hundar, men tá ið lítli Leon varð føddur, fór hon at brúka hann sum fyrimynd til Lítla Lávus bøkurnar.
Útgávur:
2005 Lítli Lávus letur seg í
2005 Lítli Lávus vil sova
2005 Lítli Lávus er svangur
2005 Lítli Lávus er skitin
2006 Lítli Lávus frá høvdi til fót
2010 Lávus brúkar suttu
2011 Rósa Lina fer ein túr
Dýrini hjá Rósu Linu
Heimasíða: