Liina Talvik

Liina Talvik er svenskur rithøvundur, sum er uppvaksin í Härjedalen.

Øllum í familjuni dámdu at lesa uttan Liina, men henni dámdi væl at finna uppá søgur og seinni at skriva tær niður. Í staðin fyri at lesa sjálv las mamman fyri henni líka til hon var stór genta.

Góði Gud, tak tær um reiggj skrivaði hon til gentur, sum ikki tímdu at lesa tjúkkar bøkur.

Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, er gift og eigur trý børn.

Síðan 2000 hevur hon verið rithøvundur burturav.

 

Útgávur:

2000 Góði Gud, tak tær um reiggj

2001 Angin av vanilju

 

Ummæli/umrøða:

Finnur Helmsdal: Góði Gud, tak tær um reiggj. Oyggjatíðindi 6. oktober 2000

Hugin Eide: Angin av vanilju. Fregnir 14.-20. sept. 2001

 

Heimasíða:

www.liinatalvik.com