Les fyri mær

.
Les fyri mær
Fimm nýggjar og frálíkar bøkur at lesa fyri børnum í summar
.
.
Petra flýgur við flogfari
Skulu tit ferðast við flogfari fyrstu ferð? Ella er barnið kanska serliga hugtikið av flogførum? So er hetta ein stuttlig bók at hava við á ferðina - kanska enntá við í flogfarið! Petra fer at ferðast við flogfari, og tað er so nógv áhugavert at síggja og kanna bæði á flogvøllinum og í flogfarinum.
.
.

.
.
Eg eri ein prinsessa
Bøkurnar hjá Elini á Rógvi fáa bæði børn og vaksin at flenna, og tær eru fullar í góðum hugflogi og søgum. Eg eri ein prinsessa snýr seg um Katrin, sum gongur í barnagarði, og hon er altso ein prinsessa. Ein prinsessa, sum ikki bíðar eftir at prinsar ella álvagentur koma at bjarga henni, nei, hon tekur sjálv bardagan upp ímóti heksini og tí ónda uppvaskidrekanum, sum hevur stolið gullfiskin Blobb. Heiðrikur av Heygum hevur myndprýtt bókina.
.
.

.
.
Lítli Virgar
Í 1967 kom Lítli Virgar eftir Ole Lund Kirkegaard út. Bókin er ein klassikari, sum er blivin lisin av fleiri ættarliðum og framvegis talar til nútíðar børn. Nú – 50 ár seinni – hevur Rasmus Bregnhøi myndprýtt søgurnar “Lítli Virgar og drekin” og “Lítli Virgar hjálpir einum eina-og-aleina storki” úr bókini við sínum sermerkta stíli, sum framvegis er trúgvur móti myndunum hjá Ole Lund Kirkegaard frá 1967. Í søgunum síggja vit tað eyðkenda skemtingarlagið hjá Ole Lund Kirkegaard, har hugflogið hjá barninum er í miðdepli. Pauli Nielsen týddi.
.

.
.
Tá Mumbo Jumbo varð risastórur
Í grundini er hetta ein klassisk søga um at fara út í heimin, vinna á tí vandamikla og koma heim aftur gløggari og sterkari, enn tú vart áðrenn. Tí er søgan eisini bæði nemandi og vøkur. Men tey, sum kenna bøkurnar hjá Martin Strid - um Mimbo Jimbo, um lítla frosk og Ótrúligu søguna um risastóru peruna - tey vita, at hesar søgurnar eru festligar og løgnar, og júst tí eisini so sera væl dámdar. Í hesi søguni verður áarrossið Mumbo Jumbo av óvart risastórur, og einans heksin Baba Jaba, sum býr í Sibiria, kann ger hann lítlan aftur.
.
.
.