Lene Kaaberbøl
Lene Kaaberbøl er danskur rithøvundur, fødd í Keypmannahavn í 1960.
Hon er útbúgvin cand. mag. í enskum og dramaturgi.
Hon hevur fyrr starvast sum studentaskúlalærari, lýsingatekstahøvundur, týðari og forlagsfólk. Nú starvast hon í egnu fyritøku síni Phabel & Plott.
Tær fýra Skammarabøkurnar eru millum mest seldu í Norðurlondum, tær eru seldar í fimtan londum og Lene hevur sjálv týtt tær til enskt.
Lene Kaaberbøl var í Føroyum í 2006, tá ið Bókadeild Føroya Lærarafelags fylti 50 ár.
Útgávur:
2004 Dóttir Skammarans
2004 Skammarateknið
2005 Gáva ormsins
2005 Skammarakríggið
2006 Gentan í eldinum í Spøkilsið sum flenti
2007 Skuggaportrið
Ummæli/umrøða:
Damián Arguimbau: Hvad er en Skammer? Weekendavisen 28. desember 2001
Inger Østenstad: Særs vellykket fantasy fra Danmark. www.barnebokkritikk.no/10.apríl2003
Damián Arguimbau: Brutal spænding med kaniner. Weekendavisen 7. november 2003
Margunn Sundfjord: Fantasidronninga. Norsk barneblad 10/2003
Bergljót av Skarði: Ikki skomm skapta í lívinum. Fregnir 14-20 mai 2004
Heiður:
2003 Danmarks Børnebibliotekarers Børnebogspris fyri Skammarabøkurnar
2003 BMF´s Børnebogspris (Bogforum)
2003 Børnebibliotekarernes Kulturpris
2004 Nordisk Skolebibliotekarforenings Børnebogspris
2007 Orla-prisen fyri Skuggaportrið
Heimasíða: