Leif Panduro
1923-1977
Leif Panduro var danskur rithøvundur og dramatikari. Hann var føddur á Frederiksberg, men vaks upp á barnaheimum og hjá fosturfamiljum, av tí at foreldrini skildust, tá ið at hann var hálvtannað ára gamal og mammen varð innløgd á sálarsjúkrahús.
Pápin var naziviðhaldsmaður undir krígnum og varð dripin av mótstøðurørsluni. Sjálvur gjørdist Leif Panduro mótstøðumaður stutt undan at kríggið endaði.
Hann var útbúgvin tannlækni, men gavst í starvinum og fór at skriva burturav.
Fyrsta skaldsøgan er Av min guldtand (1957), men hann gjørdist rættiliga kendur um alt Danmark, tá ið skaldsøgan Rend mig i traditionerne kom út í 1958. Hon verður mett at vera klassikari í donskum bókmentum.
Hann er eisini kendur fyri films- og sjónvarpsleikrit, t.d. Ka´de li´østers (1967) og Farvel Thomas (1968).
Útgávur:
1983 Átjan og Biltúrur á nátt í Firvaldsfikkuni Fríggjararnir
Heiður:
1970 De Gyldne Laurbær
1971 Det Danske Akademis Store Pris
1976 Limur í Det danske Akademi