Leif Esper Andersen

1940-1979

Leif Esper Andersen var danskur rithøvundur, myndlistafólk og lærari.

Bøkur hansara er eyðkendar fyri skaldsøguskriving í sjeytiárunum. Nógvar lýsa samfelagstrupulleikar, m.a. innflytarar og hjúnaskilnað. 

Áskoðanir rithøvundans koma týðiliga til sjóndar í skrivingini. Sjálvt um Leif Esper Andersen gjørdi greitt, at hann var sosialistur, so snúgva bøkur hansara seg meira um ábyrgd og eksistensiellar trupulleikar hjá tí einstaka enn um sosial viðurskifti.

Fyrsta bók hansara og eisini kendasta er Mannjagstran (Heksefeber), sum kom út á donskum í 1974. Hon hevur verið sera nógv brúkt í donskum skúlum.

Aðrar kendar bøkur eru m.a Fremmed (1975), Hakkedrenge (1976) og Træl og fri (1979).

 

Útgávur:

1990 Mannjagstran

 

Heiður:

1974 Danmarks Lærerforenings jubilæumspris

1976 Kulturministeriets børnebogspris fyri Fremmed

1976 IBBY heiðurslegat