Laura Trenter
Laura Trenter er fødd í 1961 í Stokkhólmi. Foreldrini vóru bæði krimihøvundar, so hon er uppvaksin við søgum um morð. Kjakið við døgurðaborðið um morðhættir og tað at pápin doyði longu tá ið Laura var 6 ára gomul, hevur gjørt sítt til at hon hevur so lætt við at skriva um myrku síðurnar i tilveruni.
Hon verður kallað barnas deckardrottning í Svøríki.
Útgávur:
2002 Hjálp! Ránsmenn
2003 Eldur í!
2004 Pápi er politistur
2006 Julian og Jim
2008 Puman
2009 Myndabókin
2012 Dagbókin
Testamentið
Umrøða:
Helene Lumholdt: Jag vil visa att allt inte är bra bara för att en historia slutar ”lyckligt” Opsis Kalopsis 4/2002