Lars Mæhle

Lars Mæhle er norskur rithøvundur, føddur í 1971, er uppvaksin í Sunndalsøra og býr nú í Oslo, har hann starvast sum rithøvundur og er ritstjóri á einum forlagi.

Fyrsta bók hansara Keeperen til Tunisia, kom út í 2002 og bókin Landet under isen fekk Kulturdepartementets litteraturpris í 2009 og Uprisen í 2010.

 

Útgávur:

2010: Sekkurin í Elskar - elskar ikki

2020: Eggið - Dinosauravinir 1

2020: Svimjikappingin - Dinosauravinir 2

2023: Ferðin - Dinosauravinir 3

2023: Skattaveiðan -  Dinosauravinir 4