Kristin Steinsdóttir

Foto. Einar Falur Ingólfsson

 

Kristin Steinsdóttir er íslendskur rithøvundur, fødd á Seyðisfirði 11. mars 1946.

Hon er útbúgvin lærari og starvaðist í trý ár sum lærari, tá ið hon fór at lesa danskt og týskt í Keypmannahavn og Göttingen og hevur tikið bachelor prógv í hesum báðum málum.

Hon hevur skrivað burturav síðan 1988, serliga bøkur til børn og ung, men eisini leikrit til pall og film.

 

Útgávur:

1995 Summarfrí og sildarok

2007 Eingil í vesturbýnum

 

Ummæli/Umrøður:

Katrín Jakobsdóttir: An Author at a Crossroads www.bokmenntir.is

 

Heiður:

1987 Íslendska barnabókaheiðurslønin fyri Summarfrí og sildarok

2003 Reykjavík Educational Prize fyri Eingil í vesturbýnum

         IBBY Iceland Award fyri Eingil í vesturbýnum

         Norðurlendsku barnabókaheiðurlønina fyri Eingil í vesturbýnum

2004 Barnabókaheiðursløn Útnorðurráðsins fyri Eingil í vesturbýnum