Kríggj í ungdómsbókum - bøkur merktar við "Flóttafólk"

.

Kríggj í ungdómsbókum

.

Kríggj og lagnur hjá flóttafólki eru eitt tema, sum sæst aftur í nógvum nýggjum skaldskapi til ung í dag
  
Kríggj rakar ung fólk kring allan heimin, og hóast flóttafólk ikki koma higar, so kemur hesin parturin av samtíðini eisini til Føroya umvegis miðlarnar. Ungdómsbøkurnar viðgera hesa støðuna í heiminum, sum hon er júst nú í okkara tíð. Borgarakríggið í Sýria og tann stóri streymurin av flóttafólki, sum flýggjar undan kríggi og ófriði, sæst aftur í hesum skaldskapinum.
.
.
.

Zenobia

.
”Zenobia” eftir Morten Dürr og Lars Horneman og ”Um kríggj var í Norðurlondum” eftir Janne Teller eru tvær ungdómsbøkur, sum á ógvuliga ymiskan hátt viðgera kríggj í samtíð okkara. ”Zenobia” er ein grafisk skaldsøga, sum lýsir lagnuna hjá nógvum sýriskum flóttum í dag. Søgan snýr seg um gentuna Aminu, sum verður noydd at flýggja einsamøll undan krígnum tvørtur um hav í einum báti. Báturin hvølvist, og meðan Amina søkkur, hoyra vit søgu hennara. Í bókini siga myndirnar í stóran mun frá hendingunum, og hetta ger søguna stilla og nemandi.
.

Um kríggj var í Norðurlondum

”Um kríggj var í Norðurlondum” snýr seg um støðuna í dag, men á ein óbeinleiðis hátt, tí hon vendir sjónarhorninum og søguni á. Í hesi bókini eru tað vit, ið flýggja suðureftir undan ófriði í Føroyum. Janne Teller hevur skrivað søguna av nýggjum til hvørt einstakt land, ið hevur týtt bókina, og í føroysku týðingini eru føroyingar í kríggi við hetlendingar og orknoyingar. Bókin er týdd til mong ymisk mál og verður nógv brúkt í undirvísingarhøpi í mállærugreinum og samfelagsfrøði. Bókin hevur skap sum eitt pass – eitt grønt pass í okkara føri – og hetta sniðið leggur upp til eina ørgrynnu av spurningum. Tí í krígsstøðu kann tað, ið stendur í passinum hjá tær, bæði vera ein lykil til lívið og ein deyðadómur.

.

Kríggj í ymiskum tíðum 

Nýggjar skaldsøgur til ung viðgera eisini kríggj í ymiskum tíðum á ymiskum støðum í heiminum. Hesar bøkurnar geva innlit í ávís søgulig tíðarskeið, men eisini tey menniskjanslig viðurskiftini, ið gerast galdandi í kríggi.
.
.

Drongurin í stríputum náttklæðum

.
”Drongurin í stríputum náttklæðum” eftir John Boyne Skaldsøgan er ein rørandi søga um tveir dreingir, sum gerast vinir. Annar er sonur ein nazistiskan herovasta, og hin er fangi í týningarleguni Auschwitz. Familjan hjá herovastanum býr beint við leguna, og drongurin, Bruno, skilir ikki, hvat fer fram í leguni, ella hvat starvið hjá pápanum veruliga snýr seg um. Bókin verður søgd úr sjónarhorninum hjá unga dreinginum, sum sær og upplivir nógv meira enn hann skilir.
.
.

Millum gráar skuggar

.
”Millum gráar skuggar” eftir Ruta Sepetys, snýr seg eisini um seinna heimsbardaga, men úr einum øðrum sjónarhorni. Lina Vilkas býr saman við mammuni, pápanum og beiggjanum Jonasi í Kaunas í Litava. Ein dagin broytist lív teirra fullkomiliga, tá ið NKVD-ovastar koma á gátt og taka familjuna við sær og senda tey til Sibiria saman við nógvum øðrum familjum. Her noyðast tey at arbeiða og stríðast fyri at hóra undan. Lina roynir at halda vónini uppi um at sleppa frá hesum, men tað leikar hart á í hesum ísakalda og karga umhvørvinum. Søgan fer fram í 1941, og hon er ein fangandi frásøga, sum er grundað á minnir hjá familjum og yvirlivarum.

.
Múrurin

 .
Aðrar bøkur taka støði í veruligum kríggi, men fjala ella undirspæla staðarnøvn fyri at draga tað algongda í kríggi fram. Hetta sæst í skaldsøguni ”Múrurin” eftir William Sutcliffe”, ið viðger stríðið millum Ísrael og Palestina, men einans í fáum førum vísir á ítøkilig staðarnøvn. Bókin snýr seg um 13 ára gamla Josva, sum av tilvild endar hinumegin múrin. Har broytist mynd hansara fullkomiliga av menniskjunum har og stríðnum millum tær báðar síðurnar av múrinum.