Krabbabøkur
Krabbabøkur eru bøkur, ið eru lættar at lesa. Dentur er lagdur á ta góðu søguna, at úrvalið av bókunum er fjølbroytt, og at málið er ríkt.
Litirnir á krabbunum vísa til toleikastig. Í hvørjum liti sær er eitt ávíst spenni í torleika og longd. Í teimum lægstu torleikastigunum leggja vit dent á, at myndir stuðla tekstin.
Í gulum krabbum eru ljóðrøtt orð og kendar orðmyndir.
Í appilsingulum krabbum eru í mest møguligan mun ljóðrøtt orð og kendar orðmyndir.
Í reyðum krabbum eru setningarnir longri og orðini torførari, og innihaldsliga eru søgurnar hendingaríkari.
Í lilla krabbum verður farið eitt stig longri, men tað er eitt stórt spenni frá teirri lættastu til ta truplastu bókina, bæði innihaldsliga og málsliga.
Í bláum krabbum verður lagt upp til sjálvstøðuga lesing við størri avbjóðingum bæði innihaldsliga og málsliga. Hetta torleikastigið treytar størri lesiførleika og víðkar málsliga tilvitið.
Í grønum krabbum eru søgurnar samansettari í innihaldi og krevja tí størri djúphugsni.
Í gráum krabbum verður dentur lagdur á góðu samansettu søguna, ið krevur góða lesifatan, og at næmingurin er búgvin.
Faktakrabbarnir eru merktir við sjóneyku.
Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags geva krabbabøkurnar út í felag. Endamálið við krabbabókunum er:
1. At stimbra lesingina hjá barninum, sum er í ferð við at læra at lesa
2. At stimbra lesingina hjá barninum, sum nýliga hevur lært at lesa
3. At stimbra lesingina hjá barninum, sum hevur ilt við at lesa
4. At kveikja lesihugin hjá barninum, sum ikki tímir so væl at lesa
-
Meira rætt ella skeivt 150,00 kr
-
Tornarósa 120,00 kr
-
Heykur fer í skúla 128,00 kr
-
Álopin av áarrossinum – og aðrar spennandi søgur um dýraálop 130,00 kr
-
Handbók fyri superhetjur 6 - Uttan vón 198,00 kr
-
Brá fer í ríðiskúla 90,00 kr
-
Glæma rýmir 90,00 kr
-
Virus 110,00 kr
-
Vandamiklir rýmingar 105,00 kr
-
Gosfjøll 120,00 kr
-
Ganga saman 130,00 kr
-
Brá fær eitt ross 88,00 kr
-
Klókir fuglar 90,00 kr
-
Mira 2 #húsbátur #babba #kærleiki 198,00 kr
-
Mira 1 #vinir #forelskað #eittárímínumlívi 198,00 kr
-
Vit skuldu verið leyvur 168,00 kr
-
Gávutjóvarnir og loyndarmálið hjá Bofvén-madammuni 158,00 kr
-
Gávutjóvarnir og Karla 158,00 kr
-
Sombigarðurin 1 - Deytt djór 136,00 kr
-
Hvør býr í kjallaranum? 128,00 kr
-
Prinsessan á ertrini 138,00 kr
-
Eitt skrímsl gistir 128,00 kr
-
Spøkilsissystrar - Gentan í kirkjugarðinum 160,00 kr
-
Surrandi og krúpandi smákykt 195,00 kr
-
Handbók fyri superhetjur 5 - Horvin 198,00 kr