Krabbabøkur
Krabbabøkur eru bøkur, ið eru lættar at lesa. Dentur er lagdur á ta góðu søguna, at úrvalið av bókunum er fjølbroytt, og at málið er ríkt.
Litirnir á krabbunum vísa til toleikastig. Í hvørjum liti sær er eitt ávíst spenni í torleika og longd. Í teimum lægstu torleikastigunum leggja vit dent á, at myndir stuðla tekstin.
Í gulum krabbum eru ljóðrøtt orð og kendar orðmyndir.
Í appilsingulum krabbum eru í mest møguligan mun ljóðrøtt orð og kendar orðmyndir.
Í reyðum krabbum eru setningarnir longri og orðini torførari, og innihaldsliga eru søgurnar hendingaríkari.
Í lilla krabbum verður farið eitt stig longri, men tað er eitt stórt spenni frá teirri lættastu til ta truplastu bókina, bæði innihaldsliga og málsliga.
Í bláum krabbum verður lagt upp til sjálvstøðuga lesing við størri avbjóðingum bæði innihaldsliga og málsliga. Hetta torleikastigið treytar størri lesiførleika og víðkar málsliga tilvitið.
Í grønum krabbum eru søgurnar samansettari í innihaldi og krevja tí størri djúphugsni.
Í gráum krabbum verður dentur lagdur á góðu samansettu søguna, ið krevur góða lesifatan, og at næmingurin er búgvin.
Faktakrabbarnir eru merktir við sjóneyku.
Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags geva krabbabøkurnar út í felag. Endamálið við krabbabókunum er:
1. At stimbra lesingina hjá barninum, sum er í ferð við at læra at lesa
2. At stimbra lesingina hjá barninum, sum nýliga hevur lært at lesa
3. At stimbra lesingina hjá barninum, sum hevur ilt við at lesa
4. At kveikja lesihugin hjá barninum, sum ikki tímir so væl at lesa
-
Matur - okkara virðismikla tilfeingi 225,00 kr
-
Prumpitrøll 148,00 kr
-
Gammurin Polly rýmir 142,00 kr
-
Sombigarðurin 2 - Tann deyða leyvan 142,00 kr
-
Hara og skjaldbøka 142,00 kr
-
Út í rúmdina 130,00 kr
-
Stóribeiggi 96,00 kr
-
Herskip 200,00 kr
-
Kavbátar 200,00 kr
-
18 duldarfullar gátur 180,00 kr
-
Søgan um Robin Hood 160,00 kr
-
Fangaður í kjafti tikarans 142,00 kr
-
Eitt skrímsl fer í biograf 128,00 kr
-
Hvussu hvalur fekk háls 90,00 kr
-
Heykur fer til lækna 130,00 kr
-
Nørd 198,00 kr
-
21 sannar detektivgátur 165,00 kr
-
Búi og pinkuskrímslini - skrímslini í myrkrinum 180,00 kr
-
Trøllabrillurnar hjá Lilju 142,00 kr
-
Silas sær eitt sombi 80,00 kr
-
Er Glæma sjúk? 99,00 kr
-
Bítur Glæma? 90,00 kr
-
Føroyska rossið 200,00 kr
-
Uglan Una 62,00 kr
-
Pólnátt 180,00 kr