Krabbabøkur - bøkur merktar við "Reyður krabbi"
Krabbabøkur eru bøkur, ið eru lættar at lesa. Dentur er lagdur á ta góðu søguna, at úrvalið av bókunum er fjølbroytt, og at málið er ríkt.
Litirnir á krabbunum vísa til toleikastig. Í hvørjum liti sær er eitt ávíst spenni í torleika og longd. Í teimum lægstu torleikastigunum leggja vit dent á, at myndir stuðla tekstin.
Í gulum krabbum eru ljóðrøtt orð og kendar orðmyndir.
Í appilsingulum krabbum eru í mest møguligan mun ljóðrøtt orð og kendar orðmyndir.
Í reyðum krabbum eru setningarnir longri og orðini torførari, og innihaldsliga eru søgurnar hendingaríkari.
Í lilla krabbum verður farið eitt stig longri, men tað er eitt stórt spenni frá teirri lættastu til ta truplastu bókina, bæði innihaldsliga og málsliga.
Í bláum krabbum verður lagt upp til sjálvstøðuga lesing við størri avbjóðingum bæði innihaldsliga og málsliga. Hetta torleikastigið treytar størri lesiførleika og víðkar málsliga tilvitið.
Í grønum krabbum eru søgurnar samansettari í innihaldi og krevja tí størri djúphugsni.
Í gráum krabbum verður dentur lagdur á góðu samansettu søguna, ið krevur góða lesifatan, og at næmingurin er búgvin.
Faktakrabbarnir eru merktir við sjóneyku.
Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags geva krabbabøkurnar út í felag. Endamálið við krabbabókunum er:
1. At stimbra lesingina hjá barninum, sum er í ferð við at læra at lesa
2. At stimbra lesingina hjá barninum, sum nýliga hevur lært at lesa
3. At stimbra lesingina hjá barninum, sum hevur ilt við at lesa
4. At kveikja lesihugin hjá barninum, sum ikki tímir so væl at lesa
-
Deyð jørð 2 - Manntóma støðin 108,00 kr
-
Heimsins vandamestu 130,00 kr
-
Heimsins fittastu 136,00 kr
-
Sombigarðurin 4 - Neyðarróp 144,00 kr
-
Løgin fakta - Evropa 144,00 kr
-
Bara til stuttleika! 136,00 kr
-
Sombigarðurin 3 - Blóð í grasinum 144,00 kr
-
Meyrurnar 130,00 kr
-
Otrar 96,00 kr
-
Eldávaringin 142,00 kr
-
Heykur fer at ferðast 158,00 kr
-
Deyð jørð - Ferðin til Sikso 108,00 kr
-
Prumpitrøll 148,00 kr
-
Gammurin Polly rýmir 142,00 kr
-
Sombigarðurin 2 - Tann deyða leyvan 142,00 kr
-
Hara og skjaldbøka 142,00 kr
-
Út í rúmdina 130,00 kr
-
Stóribeiggi 96,00 kr
-
Eitt skrímsl fer í biograf 128,00 kr
-
Hvussu hvalur fekk háls 90,00 kr
-
Heykur fer til lækna 130,00 kr
-
Silas sær eitt sombi 80,00 kr
-
Er Glæma sjúk? 99,00 kr
-
Bítur Glæma? 90,00 kr
-
Tornarósa 120,00 kr