Magnus Heinason - hetja ella brotsmaður?

Bókaklubbin

250,00 kr 

  • Síður: 102
  • Útgávuár: 2022
  • Upprunamál: Føroyskt
  • Rithøvundur: Páll Nolsøe
  • Myndir: Jóannes B. Lamhauge
Deil:

Í mong hundrað ár var hann hildin at vera ein hetja, men var hann tað? Síðan dagarnar hjá Magnusi Heinason hava fólk verið ymisk á máli um hann. Var Magnus Heinason ein hetja, sum fekk ein órættvísan deyða, ella ein brotsmaður, sum fekk revsingina, hann hevði uppiborið? Magnus Heinason vaks upp í Føroyum í 16.øld. Hann var ævintýrari og sjógarpur og kendur víða um í Norðurlondum og Evropa fyri at stríðast ímóti sjórænarum, men ikki minst fyri at vera ógvuliga djarvur og snildur.

Í Føroyum minnast vit fyrst og fremst Magnus Heinason fyri, hvussu hann basti sjórænarum, sum herjaðu í Føroyum, og fyri at hann bygdi fyrsta skansan í Havn.
Bókin er ein grønur krossfiskur og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.