Krabbabøkur - bøkur merktar við "Lilla krabbi"
Krabbabøkur eru bøkur, ið eru lættar at lesa. Dentur er lagdur á ta góðu søguna, at úrvalið av bókunum er fjølbroytt, og at málið er ríkt.
Litirnir á krabbunum vísa til toleikastig. Í hvørjum liti sær er eitt ávíst spenni í torleika og longd. Í teimum lægstu torleikastigunum leggja vit dent á, at myndir stuðla tekstin.
Í gulum krabbum eru ljóðrøtt orð og kendar orðmyndir.
Í appilsingulum krabbum eru í mest møguligan mun ljóðrøtt orð og kendar orðmyndir.
Í reyðum krabbum eru setningarnir longri og orðini torførari, og innihaldsliga eru søgurnar hendingaríkari.
Í lilla krabbum verður farið eitt stig longri, men tað er eitt stórt spenni frá teirri lættastu til ta truplastu bókina, bæði innihaldsliga og málsliga.
Í bláum krabbum verður lagt upp til sjálvstøðuga lesing við størri avbjóðingum bæði innihaldsliga og málsliga. Hetta torleikastigið treytar størri lesiførleika og víðkar málsliga tilvitið.
Í grønum krabbum eru søgurnar samansettari í innihaldi og krevja tí størri djúphugsni.
Í gráum krabbum verður dentur lagdur á góðu samansettu søguna, ið krevur góða lesifatan, og at næmingurin er búgvin.
Faktakrabbarnir eru merktir við sjóneyku.
Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags geva krabbabøkurnar út í felag. Endamálið við krabbabókunum er:
1. At stimbra lesingina hjá barninum, sum er í ferð við at læra at lesa
2. At stimbra lesingina hjá barninum, sum nýliga hevur lært at lesa
3. At stimbra lesingina hjá barninum, sum hevur ilt við at lesa
4. At kveikja lesihugin hjá barninum, sum ikki tímir so væl at lesa
-
Elias - ein hondbóltsstjørna 190,00 kr
-
Neandertali / Menniskja 120,00 kr
-
Robinso Kruso 164,00 kr
-
Søgan um Robin Hood 160,00 kr
-
Búi og pinkuskrímslini - skrímslini í myrkrinum 180,00 kr
-
Trøllabrillurnar hjá Lilju 142,00 kr
-
Virus 110,00 kr
-
Klókir fuglar 90,00 kr
-
Mira 2 #húsbátur #babba #kærleiki 198,00 kr
-
Mira 1 #vinir #forelskað #eittárímínumlívi 198,00 kr
-
Gávutjóvarnir og loyndarmálið hjá Bofvén-madammuni 158,00 kr
-
Gávutjóvarnir og Karla 158,00 kr
-
Surrandi og krúpandi smákykt 195,00 kr
-
Heimsfarsóttir 136,00 kr
-
Lívið í rúmdini 95,00 kr
-
Póldjór 80,00 kr
-
Birita og summargávan 170,00 kr
-
Eitrandi dýr 90,00 kr
-
Birita gistir hjá Onnu 180,00 kr
-
Kærleikshjarta 170,00 kr
-
Súkklutjóvurin 108,00 kr
-
Steinøldin 88,00 kr
-
Jarnøldin 88,00 kr
-
Svartideyði 160,00 kr
-
Nátt og dagur 88,00 kr